

DREYMAGÁVUYVIRLIT
Sunset Barnamatskrá við milkshake kr. 89,-
Sunset Brioche burgaramatskrá við stoktum høsnarunga kr. 114,-
Omaná Kúluísur við tveimum kúlum og drússi fyri tvey kr. 90,-
Hornið Morgunmatartallerkur/Bronsj kr. 109,-
Sushi Daily Poké Bowl kr. 99,-
Burger King Barnamatskrá við Sundae ísi Kr. 85,-
Burger King Whopper matskrá Kr. 103,-
Angus Burgari fyri tvey kr. 318,-
Angus Favorite Steak fyri tvey kr. 518,-

Treytir
Dreymagávan gevur rætt til tær vørur ella tænastur, sum lýst er við á kortinum. Dreymagávan er galdandi 4 ár frá tí árstalinum, ið er prentað á kortið. Stendur 2024 á kortinum, er kortið galdandi til 31. desember 2028.
​
Kortið verður avleverða ístaðin fyri eina vøru og kann tí einans nýtast eina ferð. Tað ber tí ikki til, at brúka eina part av Dreymagávuni í senn. T.d. má Dreymagávan frá Omaná nýtast eina ferð, og tað ber ikki til at keypa ein ís tvær ferðir.
​
Er kortið ikki brúkt innan hesa freist, fellur rætturin til vøruna ella tænastuna burtur. Dreymagávan kann ikki býtast um til pengar.
Veitarin, ið er nevndur á kortinum, hevur mótvegis viðskiftafólkinum fulla ábyrgd av veitingini.
Viðskiftafólkið kann undir ongum umstøðum reisa nakað krav mótvegis SMS P/f fyri ta vøru ella tænastu, sum veitarin letur viðskiftafólkinum hjá SMS P/f, tað verið seg endurgjaldskrav av einum og hvørjum slag, krav um avsláttur av prísinum ella krav um nýggja veiting.
SMS P/f eigur allan upphavsrættin til kortið.
Eru ivamál ber til at senda teldupost til dreymagavur@sms.fo