top of page
bg.jpg
Dreymagavur - logo svart 1000x1000 copy 2.png

Treytir

Dreymagávan gevur rætt til tær vørur ella tænastur, sum lýst er við á kortinum. Dreymagávan er galdandi 4 ár frá tí árstalinum, ið er prentað á kortið. Stendur 2024 á kortinum, er kortið galdandi til 31. desember 2028.

Kortið verður avleverða ístaðin fyri eina vøru og kann tí einans nýtast eina ferð.  Tað ber tí ikki til, at brúka eina part av Dreymagávuni í senn. T.d. má Dreymagávan frá Omaná nýtast eina ferð, og tað ber ikki til at keypa ein ís tvær ferðir.

Er kortið ikki brúkt innan hesa freist, fellur rætturin til vøruna ella tænastuna burtur. Dreymagávan kann ikki býtast um til pengar.

 

Veitarin, ið er nevndur á kortinum, hevur mótvegis viðskiftafólkinum fulla ábyrgd av veitingini.

Viðskiftafólkið kann undir ongum umstøðum reisa nakað krav mótvegis SMS P/f fyri ta vøru ella tænastu, sum veitarin letur viðskiftafólkinum hjá SMS P/f, tað verið seg endurgjaldskrav av einum og hvørjum slag, krav um avsláttur av prísinum ella krav um nýggja veiting.

 

SMS P/f eigur allan upphavsrættin til kortið.

 

Eru ivamál ber til at senda teldupost til dreymagavur@sms.fo

© 2023 Dreymagávur

bottom of page